Frakland sendir Ukraina nøkur hundrað hernaðarakfør

- Vit fara eisini at senda Ukraina meira loftverju og aðra hernaðarútgerð, sigur franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu.

 

Franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, saman við týska starvsbróðuri sínum, Boris Pistorius.

Frakland fer at senda nøkur hundrað hernaðarakfør til Ukraina.

 

Við fronsku ávísina, Le Tribune, sigur franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, at Ukraina tørvar hernaðarakfør fyri at halda russum aftur á langa hermótinum millum londini.

 

Sagt hevur verið, at markið millum Ukraina og Russland er einar 1000 kilometrar langt, og tað er greitt, at her skal bæði nógv herfólk og útgerð til at halda hermótini.

 

Sambært einum nýggjum fronskum hjálparpakka skal Frakland lata Ukraina nøkur hundrað hernaðarakfør, áðrenn hetta árið er úti.

 

Frakland er í løtuni í holt við at dagføra síni hernaðarakfør og tey gomlu, sum vórðu tikin í nýtslu frá 1979 og sum framvegis kunnu brúkast, skulu sendast beinleiðis til Ukraina.

 

Verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, leggur aftrat, at Frakland fer eisini at senda Ukraina meira loftverju og aðra hernaðarútgerð. 

 

 

 

Franski verjumálaráðharrin, Sébastien Lecornu, saman við týska starvsbróðuri sínum, Boris Pistorius.