Tað er rættiliga sannlíkt, at Tórsvøllur verður á tremur við fólki, tá ið fronsku heimsstjørurnar koma á vitjan um eina viku.
HM-undandysturin millum Føroyar og Frakland verður næsta mikudag, og forsølan av atgongumerkjum hevur gingið sera væl. Eini 5000 atgongumerki eru farin, og nú eru bert 800 eftir at selja.
Tey verða seld í forhøllini í FSF-húsinum í Gundadali mánadagin frá klokkan 3 til klokkan 7.
Fótbóltssambandið roknar við, at útselt verður til stórdystin ímóti Fraklandi, sum verður mikudagin 8. september kl. 17.00.