Nývaldi franski forsetin, François Hollande, tilnevndi í gjár nýggja stjórn við Jean-Marc Ayrault sum forsætisráðharra.
Eygleiðarar hava serliga heft seg við, at teir hava valt tann roynda Laurent Fabius (myndin) til uttanríkisráðharra. Tann 65 ára gamli Fabius var forsætisráðharri frá 1984 til 1986, og hann hevur harumframt verið ídnaðarmálaráðharri og fíggjarmálaráðharri.
Ein annar royndur maður í teirri nýggju stjórnini er tann 54 ára gamli Pierre Moscovici, sum skal umsita fíggjarmál. Hann hevur fyrr verið ráðharri í evropeiskum málum og hevði ábyrgdina av forsetavalstríðnum hjá Hollande.
Aðrir týðandi ráðharrar eru eitt nú tann 60 ára gamli Michel Sapin, sum umsitur arbeiðsmarknaðarmál, tann 64 ára gamli Jean-Yves Le Drian, sum umsitur verjumál, og tann 49 ára gamli Arnaud Montebourg, sum fær ábyrgdina av ídnaðarmálunum.
34 ráðharrar eru í teirri nýggju fronsku stjórnini. Í teirri fráfarnu vóru 32.










