Frakland reistist

Fronsku fjølmiðlarnir hava ikki verið blíðir við Les Bleus, aftaná eyðmýkjandi 1-3 ósigurin ímóti Eysturríki á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien. Men hesa ferð eydnaðist tað fraklendingum at vinna 2-1 á heimavølli ímóti Serbia, sum hevði ein 2-0 sigur ímóti Føroyum í skjáttini. Støðan í hálvleikinum varð javnleikur 0-0. Tá 54 minuttir vóru spældir, skoraði Thierry Henry til 1-0 aftaná eina góða sending frá Sidney Govou. 10 minuttir seinni økti Nicolas Anelka til 2-0, tá hann setti tveir serbiskar verjuspælarar av, og skeyt eitt skot frá brotsteigarmarkinum, sum sat væl í serbiska netinum. Frakland hevði fleiri málmøguleikar til at økja um leiðsluna, men ístaðin gjørdist tað Serbia, sum minkaði um munin til 1-2 tá Branoslav Ivanovic hegnisliga setti eitt hornaspark frá Bosko Jankovic í netið.