Frakland reið stormin av

Frakland var stórfavorittur aftaná 1-0 sigurin í Dublin leygardagin, men írar vildu tað øðrvísi.

 

Tá 26 minuttir vóru farnir skoraði Tottenham-framherjin Robbie Keane fyri Írland, so samlaða støðan var javnleikur 1-1. Henda støðan helt sær til vanliga leiktíðin var farin, og tí var neyðugt við umdysti.

 

Í longdu leiktíðini eydnaðist tað William Gallas at skora til 1-1, og hendan støðan helt sær til longda leiktíðin var liðug, og nakrir ovurfegnir franskir varaheimsmeistarar kundu fegnast um, at teir enn einaferð vera við til eitt HM-endaspæl. Ìrar vóru ógvuliga ørkymlaðir um franska málið, tí teir vóru ivaleysir í, at Thierry Henry nam bóltin við hondini, áðrenn William Gallas endaði franska álopið.

 

Slovenia koppaði Russland við at vinna 1-0 í Ljubjana. Dedic skoraði sigursmálið beint áðrenn steðgin. Russland vann fyrra dystin 2-1, og tí fara slovenar víðari til HM-endaspælið við einum útivallarmáli.

 

Portugal vann aftur 1-0 á Bosnia í kvøld, og samanlagt 2-0. Raul Meireles skeyt sigursmálið hjá Portugal, tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

 

Grikkaland hevur eisini vunnið sær pláss í HM-endaspælinum. Tað gjørdu grikkar við at vinna 1-0 á Ukraina í Donetsk. Sigursmálið skeyt Salpigidis, tá hálvur tími var spældur av dystinum. Fyrri dysturin í Athen endaði við javnleiki 0-0.

 

Algeria vann 1-0 á Egyptalandi, og verður Algeria tað einasta arabiska landið í bæði Afrika og Asia, sum verður við til HM-endaspælið í Suður-Afrika komandi ár.