Frakland og Sveis víðari

EM 2016: Frakland og Sveis eru fyrstu londini sum hava spælt seg víðari í EM-endaspælinum

Undirhaldið hevur mangan verið betri til fótbólt, enn tað var til EM dystirnar, sum í kvøld vóru spældir.

 

Í oddadystinum í bólki A millum Sveis og Frakland, sást at bæði liðini vóru væl nøgd við javnleik. Frakland spardi nakrar leikarar til dystin, meðan Sveis varð tryggjað víðari luttøku við javnleiki.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var eisini ein 0-0 javnleikur. Sum heild hevði Frakland teir størru málmøguleikarnar, og serliga Paul Pogba var í fleiri førum nær við.

 

Í seinna hálvleiki skuldi innskifti Dimitri Payet lagt Frakland á odda 1-0, men skotið hjá honum fór á yvirleggjaran.

 

Stóra undirhaldið var heldur ikki í hinum dystinum í bólkinum, har tað tó kom eitt mál.

 

Og heldur óvæntað var tað Albania, ið fekk einsamalla málið í dystinum móti Rumenia. Albania vann tí dystin 1-0. Málið kom tveir minuttir fyri hálvleik, tá Armando Sadiku skallaði eitt innlegg í málið í eini støðu har rumenski málverjin ikki sá alt ov stinnur út.

 

Endaliga úrslitið í bólkinum er tí at Frakland fer víðari sum nummar eitt við sjey stigum, meðan Sveis fer víðari sum nummar tvey við fimm stigum. Tað koma eisini nakrir trý’arar víðari úr teimum ymisku bólkunum, men tað verður væntandi ikki Albania, ið einans hevur trý stig á triðja plássinum.

 

Sveis – Frakland 0-0 (0-0)

 

Rumenia – Albania 0-1 (0-1)

0-1 Armando Sadiku, 43.