Frakland og Ongland deildu stigini í fyrsta dystinum í bólki D. Tað vóru Manchester City leikararnir, Joleon Lescott fyri Ongland og Samir Nasri fyri Frakland, ið skoraðu málini í 1-1 javnleikinum.
Roy Hodgson hevði valt unga Arsenal vongin, Alex Oxlade-Chamerlain, framum eitt nú Stewart Downing og Theo Walcott. Fyri Frakland gjørdist Yann MVila ikki klárur nokk til at byrja inni.
Ongland kom á odda aftaná ein hálvan tíma, tá Steven Gerrard sendi eitt hart og neyvt fríspark innfyri til Joleon Lescott, sum úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin í málið. Bara minuttir seinni var støðan umvend, tá Alou Diarra stútaði móti enska málinum, men Joe Hart bjargaði væl.
Fimm minuttir fyri hálvleik bragdaði so hjá fraklendingum. Eftir smáspæl stutt uttanfyri brotsteigin í vinstru, smekkaði Samir Nasri til lágt við nærmatu stong. Liðfelagin úr Manchester City, Joe Hart, var knappur niður, men megnaði ikki at steðga skotinum.
Talan var ikki um ein hendingaríkan dyst. Mesta av spælinum fyri á miðjum vøllin og sjáldan var vandi frammanfyri málunum í opnum spælið. Frakland hevði nøkur langskot, meðan Onglan einar tvær ferðir vóru um reppið at koma í góðar støður í skjótálopum. Ein javnur dystur, sum eisini endaði við javnleiki.
"Frakland hevur eftir dystin í dag ikki tap í 22 landsdystir." (Opta)
Tað vóru fleiri tóm setur at síggja kring leikvøllin í Donetsk og tað kann tykjast eitt sindur løgið til ein dyst millum Frakland og Ongland í einum EM endaspælið.
Frakland Ongland 1-1 (1-1)
0-1 Joleon Lescott, 30
1-1 Samir Nasri, 39
Frakland: 4-2-3-1
Lloris - Debuchy, Rami, Mexes, Evra Cabaye(Ben Arfa 84.min), Diarra - Nasri, Malouda(Martin 84.min), Ribery Benzema
Á bonkinum: Mandanda, Giroud, Matuidi, Reveillere, Menez, M'Vila, Valbuena, Clichy, Koscielny, Carrasso.
England: 4-4-1-1
Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole - Milner, Gerrard, Parker(Henderson 77.min), Oxlade-Chamberlain(Defoe 77.min) Young og Welbeck(Walcott 90.min)
Á bonkinum: Green, Carroll, Baines, Jones, Jagielka, Downing, , Butland.
Dómari: Nicola Rizzoli (Italia)