Frakland og Danmark reistu seg

Danmark - Frakland og Týskland - Suðurkorea avgera alt í ovurmorgin

Stóra søgan í HM í Japan hevur verið úrslitini í bólki B, har tað hevur verið tætt stríð ímillum Suðurkorea, Týskland, Frakland, Danmark og Brasil um at røkka víðari til høvuðsumfari.

Sí eisini:

HM: Danmark. Frakland og Brasil hava pistólin fyri pannuna

Í dag fekk søgan ein nýggjan part, og tað vóru serliga góð tíðindi fyri Frakland.

Suðurkorea og Týskland hava longu spælt seg víðari, men framvegis eru stigini altavgerandi.

Tey trý liðini, sum fara víðari til høvuðsumfari taka nevnliga tey stigini, ið tey hava vunnið ímóti hinum báðum liðnum, sum fara víðari, við sær.

Frakland, sum var fyri stórum vónbrotið ímóti Suðurkorea og Brasil, reisti seg í dag, tá ið tað eydnaðist at vinna 27-25 í ótrúliga spennandi dysti, har heimsins besti málverji Amandine Leynaud, legði lunnar undir ein stóran mun, sum Týskland kortini var um at taka aftur. Týski málverjin var um at bjarga liði sínum møguleikan við bjarging seinasta hálva minuttin, men bólturin stakk út til Allison Pinau, sum avgjørdi dystin.

Í hinum avgerandi dystinum í bólkinum, var Danmark betra liðið ímóti Brasil, men nógv mistøk og brendir møguleikar gjørdu, at Brasil helt fast. Men danski málverjin, Sandra Toft, fann stórspælið fram, og so fór munurin at økjast seinasta korterið.

Danmark vann dystin 24-18, og nú fer dysturin ímillum Frakland og Danmark hósdagin klokkan 11.30, at avgera hvør fer við Suðurkorea og Týsklandi í høvuðsumfarið.

Vinnur Frakland, fær Frakland tvey stig við sær fyri sigurin á Týsklandi. Vinnur Danmark, fær Danmark eitt stig við sær fyri javnleikin ímóti Suðurkorea.

Týskland vónar at Danmark spælir seg víðari, tí so fær Týskland tvey stig fyri sigurin á Danmark.

Suðurkorea vónar umvendu støðuna, tí sigurin á Fraklandi fer at geva tvey stig til Suðurkorea.

Týskland og Suðurkorea berjast eisini innanhýsis um seinastu stigini hósmorgunin klokkan 10.00

Støðan í bólki B

Bólkur BLiðDystirMálmunurStig
1Suðurkorea4257
2Týskland4316
3Frakland4395
5Danmark4305
6Brasil4-181
7Avstralia4-1070