2015 var ein myrkur kapittul í franskari søgu. Ikki færri enn tvey stór yvirgangsálop raktu franska høvuðsstaðin, París, og kravdi fleiri tíggjutals mannalív.
Yvirgangsálopini hava ikki óvæntað elvt til ein ótta millum franskar borgarar, men serliga hjá einum útsettum bólki í samfelagnum, hevur óttin ítøkiligar avleiðingar. Franskir jødar rýmdu nevniliga í hópatali úr Fraklandi í 2015 og flyttu til Ísrael. Tað skrivar CNN.
Umleið 8.000 franskir jødar fluttu til Ísraels aftaná álopið á Charle Hebdo, sambært upplýsingum frá Jødisku skrivstovuni í Paris, ið hjálpir jødum aftur til Ísraels.
Tað er sum so einki nýtt í, at jødar velja at búseta seg í Ísrael, men talið av fronskum jødum, ið hava skift heimstað, er fleirfaldað síðstu árini. Í 2011 var talið 1.900 og í 2013 3.300.
Ótryggleiki er ein av orsøkunum til, at fleiri jødar velja at rýma úr Fraklandi, sigur talsmaðurin fyri Jødisku skrivstovuna, Avi Mayer.
- Nógv umtala álop sum tað á jødiska skúlan í Toulouse í 2012, jødiska forngripasavnið í Brússel í 2014, og kosher matvøruhandilin í Paris og sýnagoguna í Keypmannahavn síðsta ár, eru millum tær mest minniligu tilburðirnar av harðskapi móti fronskum og evropeiskum jødum. Í longri tíð hava franskir jødar livað við eini djúpari kenslu av ótryggleika, sigur Avi Mayer.
Talið av fronskum jødum, ið pakka saman og rýma úr Fraklandi, harmar franska forsætisráðharran Manuel Valls. CNN endurgevur Valls fyri at siga, at Frakland ikki er tað sama uttan jødarnar.
- Uttan jødarnar, so er Frakland ikki longur Frakland. Tað er tann elsti felagsskapurin. Tey hava verið franskir borgarar síðani fronsku kollveltingina.

Ein franskur hermaður á varðhaldi uttanfyri ein jødiskan skúla
Frakland: Jødar rýma í hópatali