Hermótið í Ukraina-krígnum "nærkast alsamt okkum", segði franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, í samrøðu við útvarpsstøðina France Inter í morgun.
- Ongantíð hevur vandin fyri kríggi í Evropa og í ES verið so stórur, sigur Barrot sambært AFP.
- Hóttanin blívur við at nærkast okkum. Hermótið kemur okkum alsamt nærri.
Frakland og Bretland løgdu upp til vápnahvíld í Ukraina í ein mánað á einum fundi í London í gjár. Tað skal vera galdandi í luftini, á sjónum og fyri álop á orkuinfrakervið.
Í morgun segði Barrot við eina aðra útvarpsstøð, RTL, at ein slík vápnahvíld kann vísa, um russiski forsetin, Vladimir Putin, í roynd og veru er sinnaður at samráðast um eina meira langtíðar friðaravtalu.
Tað skrivar Reuters.
Franski uttanríkisráðharrin legði afturat við RTL, at hann heldur, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, og amerikanski forsetin, Donald Trump, kunnu vera sinnaðir at nærkast hvørjum øðrum aftur eftir samanbrestin í Ovalu Skrivstovuni fríggjadagin.
Trump hevur trýst á fyri at fáa frið í Ukraina, men Zelensky hevur víst á iva um, hvørt ein friður fer at halda fram uttan nøktandi trygd fyri, at Russland ikki fer at leggja á Ukraina aftur.
/Ritzau/