Frakland er aftur í so mikið stórum koronu-trupulleikum, at landsins forseti, Emmanuel Macron, nú hevur boðað frá, at skerpaðu tiltøkini, sum hava verið galdandi í pørtum av landinum, nú verða galdandi um alt Frakland.
Tað var annars franski forsetin sjálvur, sum steðgaði afturlatingini av landinum í januar ímóti ráðum hjá heilsumyndugleikunum. Men, nú hevur Emmanuel Macron so kortini sæð seg noyddan enn einaferð at seta landið niður í ferð.
Nú verður aftur portforboð, og skúlar um alt landið verða stongdir í fyribils tríggjar vikur. Triðja smittubylgjan hevur rakt Frakland hart.
Sjúkrahús í París-økinum hava trupult við at taka ímóti øllum sjúklingunum. 5072 sjúklingar fáa viðgerð á intensivari deild, og 44 prosent av sjúklingunum eru 65 ár og yngri.
Tað var í kvøld, at franski forsetin boðaði frá, at tiltøk, sum hava verið galdandi í pørtum av landinum, nú verða víðkað til at galda um alt landið. - Vit noyðast at vera áhaldin, segði franski forsetin, Emmanuel Macron, í sjónvarpi í kvøld.
Afturlatingin byrjar leygardagin og verður fyribils galdandi í fýra vikur.
Fólk kunnu fara út í dagtímunum, men tey kunnu ikki fara longur enn 10 kilometrar burtur frá húsum. Skulu tey longur, skulu tey at hava eina váttan. Handlar vera stongdir, undantikið apotek, matvøruhandlar og slíkir.
Avgerðin hjá franska forsetanum merkir eisini, at allir barnagarðar, skúlar og framhaldsskúlar vera stongdir í fyribils tríggjar vikur. Studentar sleppa í skúla bert ein dag um vikuna.
Fleiri enn seks fólk mugu ikki hittast uttandura, og fólk skulu halda tveir metra frástøðu. Leingi hevur verið kravt, at fraklendingar skulu brúka munnbind til arbeiðis og í almenna rúminum, og nú leggur stjórnin dent á, at heimagjørd munnbind helst ikki skulu brúkast.