Frakland gull, Ísland søguligt silvur

Tað er fáur, sum kann muta ímóti, at Frakland tók hondbóltsgullið hjá monnum í OL.

Ísland, sum hevur tikið alt og øll á bóli í kappingini, stóð fyri síni størstu hondbóltsavbjóðing í søguni, men bitin var snøgt sagt ov stórur.

Tíðliga í fyrra hálvleiki streyk Frakland avstað, og so var sera avmarkað, hvat kundi gerast. Ìslendski málverjin bjargaði 31%, meðan franski málverjin bjargaði heili 52% av skotunum.

Fagnaðurin um íslendska bragdið var ikki minni fyri tað. Klappsalvurnar rungaðu í høllini í Beijing, tá íslendsku hetjurnar fóru eftir sínum silvurmerkjum, ið verða mett sum størsta ítróttarbragd í íslendskari søgu.

 

Frakland-Ísland 28-23 (15-10)

 

Støður frá dystinum: 1-0, 2-2, 2-3, 4-3, 8-4, 14-7 (15-10), 18-12, 21-12, 24-15, 25-17, 25-19, 27-22, 28-23

 

Frakland: Nikola Karabatic 8, Bertrand Gille 5, Cedric Burdet 4, Luc Abalo 4, Michael Guigou 3 (1), Daniel Narcisse 2, Olivier Girault 1 (1), Joel Abati 1.

 

Frakland fekk 28 mál burturúr 42 royndum, sum er 67%. Frakland setti 2 av 2 brotskøstum í netið, sum er 100%. Thierry Omeyer hevði eitt bjargingarprosent uppá 52%.

 

Ísland: Ólafur Stefansson 5, Arnór Atlason 4, Snorri Guðjónsson 4 (3), Guðjón Valur Sigurðsson 3, Logi Geirsson 3, Alexander Petersson 2, Sigfus Sigurðsson 1, Robert Gunnarsson 1.

 

Ìsland fekk 23 mál burturúr 49 royndum, sum er 47%. Ìsland setti 3 av 5 brotskøstum í netið, sum er 60%. Bjørgvin Páll Gústavsson hevði eitt bjargingarprosent uppá 31%

 

Útvísingar: Frakland 4, Ísland 3.