Frakland er bara best

Frakland vísti sera høgt støðið í bæði hálvfinaluni og í finaluni, og teir hava nú skrivað søgu við at vinna bæði EM, HM og OL

Hondbóltur

Kroatia hevði ein góðan fyrra hálvleik í EM-finaluni, og mennirnir av Balkan vóru eitt skiftið á odda 12-9, og tað sá tá gott út hjá kroatum. Men Frakland fekk ein góðan endaspurt í fyrra hálvleiki, og teir fingu trý mál á rað uttan, at Kroatia svaraði aftur, og stóð tað á jøvnum 12-12 í steðginum. Ein og ímóti Íslandi í hálvfinaluni, so byrjaði Frakland seinna hálvleik væl, og teir komu á odda við fýra málum.
Thierry Omeyer tók eisini nógvar málroyndir og brotskøst. Kroatia megnaði at toga seg uppá 18-19, men so fór tann franska maskinan í gongd aftur, og fraklendingar øktu til 22-18, og tá var eingin ivi longur.
Frakland skrivaði søgu í Wien. Teir eru fyrsta manslandsliðið í hondbólti, sum eru verandi europa, heims og olympiskir meistarar. Tað er bara eitt lið, sum hevur gjørt hetta bragdið áður, og er tað kvinnulandsliðið hjá Danmark. Í 1997 vóru tær donsku kvinnurnar eisini trífaldir meistarar.