Fráflyting og vantandi tilflyting eru størsta avbjóðingin, sum Føroyar hava í dag. Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð gjørd fyri at loysa størstu avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum.
Á Jobmatch kvøldsetuni verður pulsurin tikin á hesi heildarætlan. Tað verður gjørt í politiskum kjaki, har luttakarar eru Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og formenn og umboð úr øllum flokkunum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.
Heildarætlanin vísti á, at tað eru í stóran mun tey ungu, serliga kvinnurnar, sum flyta burtur – ofta í útbúgvingarørindum – men eisini at nema sær aðrar royndir. Heildarætlanin staðfesti, at samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aftur til landið.
Men hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini. Hvørji átøk eru framd, hvat hevur eydnast væl, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og hvat liggur enn á láni?
Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir á kvøldsetuni, sum verður týsdagin 30. desember kl 19 í Norðurlandahúsinum.