Fráfarni pávin er deyður

Fyrrverandi pávin Benadikt er deyður 95 ára gamal

(Mynd: Vincenzo Pinto/Ritzau Scanpix)

Í 2013 fór Benadikt pávi úr embætinum av heilsuávum. Hann var fyrsti pávi í 600 ár, sum legði frá sær. Annars eru allir pávar deyðir frá embætinum.

 

Síðan hann fór frá, hevur Benadikt pávi búð í einum klostri í Vatikanstatinum. Hann hevur hildið seg butur frá almenninginum.

 

Upprunaliga navnið hjá Benadikt páva var Joseph Ratzinger, og hann var ættaður úr Týsklandi. Í 2005 tók hann við eftir Jóhannes Páll II.

 

Sagt var um Benadikt páva, at hann hevði størri áhuga fyri gudfrøði enn almennum uppgávum og diplomati. Umframt átrúnað og heimspeki hevði hann áhuga fyri klassiskum tónleiki – serliga Mozart og Bach.

 

(Mynd: Vincenzo Pinto/Ritzau Scanpix)