Fráfaringarhald fyri Karl Thomsen

Signar á Reynatrøð takkaði vegna lærararnar Karl Thomsen fyri trúgva og góða tænastu.

Í samband við, at Karl Thomsen, varaskúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu, leggur frá sær eftir 40 ár sum lærari, var skipað fyri fráfaringarhaldi í Gøtu skúla í dag.

 

Tiltakið var alment, og fitt av fólki hevði leitað sær í skúlan at heilsa uppá Karl.

 

Røður vórðu hildnar, og 4.flokkur í Gøtu skúla sang nakrar sangir. Eisini spældi Vár Tollaksdóttir klaver fyri samkomuni.

 

Fríðfinnur Jónsson, skúlastjóri, segði nøkur orð. Páll Isholm og Hanna Jensen, ið umboðaðu ávíkavist skúlastýrið og bygdaráðið, søgdu eisini nøkur orð.

 

Signar á Reynatrøð umboðaði lærararnar og takkaði eitt nú Karli fyri trúgva og góða tænastu.

 

Gávur vórðu handaðar, og borðreitt varð við einum drekkamunni.