Fráfaringaravtala steðgaði kæru

Kæran um uppsøgnina av byggileiðaranum fyri Marknagilsdepilin var skrivað og klár at senda Innlendismálaráðnum, tá Landsverk legði eitt tilboð á borðið

Stutt eftir at Heini Trónd Hansen fór úr starvi sum verkætlanarovasti fyri Marknagilsdepilin, varð byggileiðarin fyri Marknagilsdepilin koyrdur frá uttan haldgóða grundgeving. Skjøl í málinum avdúka, at tá Ragnar Juul Guttesen byrjaði at seta spurnartekin við føroya størstu byggiætlan, varð hann kiptur við eini fráfaringaravtalu.

 

Almenna grundgevingin fyri uppsøgnini var, at Landsverk hevði ikki nóg nógvar uppgávur til Ragnar Juul Guttesen. Eisini førdi Landsverk fram, at tað var ógreitt, nær og um byggingin av Marknagilsdeplinum fór í gongd, og nær arbeiðið var komið somikið langt, at tørvur fór at vera á einum byggileiðara. Argumentið varð ført fram í hoyringssvari 1. februar og aftur í sjálvari uppsøgnini, dagfest 18. februar.

 

Men advokaturin hjá Ragnari Juul Guttesen góðtók ikki grundgevingina fyri uppsøgnini, og málið koyrdi aftur og fram millum partarnar.

 

Samstundis játtaði løgtingið 64 milliónir krónur afturat til Marknagilsdepilin, spakin varð settur í, og arbeiðið fór ígongd.

 

29. apríl boðaði advokaturin hjá Ragnari Juul Guttesen Landsverki frá, at ein kæra til Innlendismálaráðið var skrivað. Kæran varð send Landsverki til viðmerkingar.

 

Tað fekk eftir øllum at døma Landsverk til at handla. Tí Ragnar Juul Guttesen fekk bjóðað fráfaringaravtalu á seks mánaðir, umframt 25.000 krónur til advokathjálp, samstundis sum hann var fríttstillaður frá øllum uppgávum fyri stovnin. Byggileiðarin tók av og lok varð lagt á málið.

 

Í kæruni til Innlendismálaráðið verður ítøkiliga víst á fleiri dømi, har nú fyrrverandi byggileiðarin setir spurnartekin við verkætlanina. Viðmerkingarnar snúgva seg um manglandi ella sera vánaliga góðskutrygging av arbeiðnum. Og hartil kennir Landsverk snøgt sagt ov lítið til sína egnu verkætlan, ljóða viðmerkingarnar frá byggileiðaranum. Kæran varð ongantíð send til Innlendismálaráðið, tí partarnir gjørdu semju áðrenn.

 

Les meira um málið í Sosialinum.