Frændur spæla í Havn

Hóskvøldið 29. desember spælir legendariski bólkurin í Essabarr í Havn

Kom og lurta, syng við og hugna tær, tá ið helst størsti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, Frændur, spælir í Essabarr. Hetta verður óformelt konsertkvøld, har tað er loyvt at syngja við, práta og hugna sær við onkrum góðum úr barrini.

 

Frændur hava síðani 1984 ríkað føroyingar við sangum og framførslum sum eingin annar bólkur. Hittini eru óteljandi – “Føroyar”, “Mítt land”, “80’ini”, “Eros”, “Lívsmynd”, “Caissa”, “Dupultsong”, “Minnist tú gildið”, “Til tey stressaðu”, “Zelot” og fleiri.

 

Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe hava myndað Frændur øll árini, og hóskvøldið 29. desember frá kl. 20 til midnátt spæla teir saman við Kim Hansen allar teir góðu Frændur-sangirnar – og onkrar sangir, teir hava givið út sum solistar.

 

Hetta verður eitt minniligt kvøld við fantastiskum tónleiki og góðum stemningi.

 

Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni Atgongumerki.fo