Frændur og Grandma’s Basement spæla í Klaksvík annað jólakvøld
Annað jólakvøld verður tónleikatiltak í Badmintonhøllini í Klaksvík. Tveir av bestu live-bólkum í landinum fara at spæla til ”Ársins Jóladans”, tey kalla.
Frændur hava síðani 1980’ini skrivað sangir og spælt teir fyri føroyingum. Frændur teljast millum best umtóktu bólkarnar í føroyskari tónleikasøgu, og millum mongu hittini, teir hava skrivað og útgivið, eru Føroyar, Mítt Land, Eros, 80'ini, Caissa, Minnst Tú Gildið, Til Tey Stressaðu og Lívsmynd.
Grandma’s Basement telist millum lívligastu live-bólkar í landinum, og teir eru ikki minst kendir fyri sínar konsertir á Summar Festivalinum. Teir eru forherðaðir og eygagóðir og spæla við orku og humor sangir sum Hon fær ongantíð nokk, Renna Nakin, Gay og aðrir. Grandma's gevur tí allan armin í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld.









