Frigg Festivalurin hevur í dag kunngjørt trý nøvn til ársins norðuratlantiska festival, sum verður hildin í Keypmannahavn 16. mai.
Tað nærkast í hvørjum til ársins Friggfestival, sum hesaferð verður hildin í Enghavepark í Keypmannahavn.
Festivalurin kunngerð í dag, at fólkakæru Frændur luttaka á ársins festivali.
- Við sínum óteljandi hittum, fer Frændur at tryggja føroyska syngið-við partin av norðuratlantiska festivalinum, og ivaleyst fara brøður okkara úr Grønlandi, Íslandi og Danmark eisini eitt upplivilsi fyri lívið, tá ið fjøldin trívur í øll tey mongu hittini, skriva fyriskipararnir.
Umframt Frændur er føroysk/danska Franka eisini komin á plakatina hjá festivalinum í dag. Franka hevur seinastu tíðina gjørt um seg bæði í Føroyum og í Danmark.
- Fyri stuttum varð hon ímillum teirra, sum danskir miðlar mettu at vera "one to watch", og eingin ivi er um, at Franka er á gáttini til at sláa ígjøgnum við sínum ‘synth’kendu electro og indie pop tónum bæði í Danmark og aðrastaðni við, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá fyrireikarunum.
Frigg Festivalurin kunngerð eisini, at grønlendski Simon Lynge, sum í fjør vitjaði í Føroyum, fer at spæla á ársins festivali.
- Simon Lynge hevur bergtikið ummælarar og áhoyrarar altjóða við sínum sangum, ið eisini hava funnið vegin til filmstaðin Hollywood. Grønlendski Simon hevur í seinastuni verið á turné við Emmylou Harris og so hevur hann eisini verið í studio har hann hevur innspælt útgávuna The Absence of Fear, ið fekk 4 stjørnur frá Gaffa og bleiv útnevnd sum “tann besta útgávan í vikuni” á DR P4 herfyri, skriva fyrireikararnir.