Frændur halda 30 ára dag
Frændur og gestir halda stóran føðingardag í Klaksvík
Í ár eru liðin 30 ár, síðani Frændur góvu fyrstu plátuna út. Saman við tær kallaðist útgávan, sum frá fyrsta degi gjørdi Frændur til eitt stórt hitt í Føroyum. Sangir sum Hundurin brúni, Lívsmynd og Minnist tú gildið eru á fyrstu útgávuni, og síðani hava Frændur latið føroyingum eina perlurekkju av sangum – teirra millum Føroyar, Eros, Mítt land, 80’ini og Zelot.
15. november kl. 21.00 hátíðarhalda Frændur 30 ára dagin við stórum tiltaki í samabygdu ítróttarhallunum í Klaksvík – KÍ-høllini og Badmintonhøllini.
Hetta kvøldið spæla Frændur serliga føðingardagskonsert, har teir hava funnið fleiri gamlar sangir fram, sum teir ikki vanliga hava spælt live. Bólkurin Flamma við gestasangarum fer at tulka sangskattin hjá Frændum. Eitt nú fara sangarar sum Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Halleluja-Sofus, Malan Eyðunsdóttir, Karl Martin Samuelsen, Laila Carlsen og Kim Hansen at syngja Frændur sangir.
Tiltakið endar við, at Frændur fara aftur á pallin, og tá spæla teir eina hittkonsert við øll teirra kendastu sangum.
Andras Sólstein, sum var fyrstu trummusláarin í Frændum, verður frásøgumaður, og hann fer eisini at hugleiða um Frændur.
Atgongumerki til føðingardagin hjá Frændum kunnu keypast í forsølu í Kunningarstovunum í Havn, Runavík og Klaksvík.