Frælst fólk í frælsum landi

Les nýggju stevnumiðini hjá Tjóðveldi her.

Seinastu 2 árini hava meira enn 100 fólk kring alt landið arbeitt við at orða dagførdu stevnumiðini hjá Tjóðveldi, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá flokkinum í dag.

 

- Tjóðveldi hevur sína upprunaligu stevnu, sum ikki verður broytt. Meðan stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin fyri, hvussu tjóðveldisstevnan skal útinnast í dagsins samfelag.

 

Tjóðveldi boðar frá, at flokkurin hevur tikið neyvt støðið í upprunastevnuni og hevur í arbeiðinum við stevnumiðunum havt sum mál at leita aftur til røturnar.

- Og burtur úr tí eru nýggir kvistar sprotnir, sum byggja á røturnar og grasrøturnar í tjóðveldisrørsluni.

 

Boðað verður frá, at talan er um tey mest umfatandi stevnumiðini hjá Tjóðveldi nakrantíð, og at nú ber til hjá øllum, at kunna seg um hugsjón, sjónarmið og ætlanir floksins á øllum samfelagsøkjum.

- Politikkur og visjónir eru orðað fyri alt frá fullveldispolitikki til búskaparpolitikk, vinnupolitikk, sosial-, heilsu-og vælferðarpolitikki, útbúgving, mentan og list, orku- og umhvørvi, økismenning og útoyggjar, uttanríksipolitikk, eldrapolitikk, ungdómspolitikk, javnstøðupolitikk, ítróttarpolitikk og so framvegis.

 

 

Dagførdu stevnumiðini kunnu lesast sum skjal við at trýsta her.