Frælsisstríðsmaður í føroyskari troyggju

Maður við frælsisarmbandi og í føroyskari troyggju og pulshosum í Keypmannahavn á frælsisdegnum 5. mai í 1945.

 

Mundi hann vera føroyingar, ella av føroyskari ætt? Ella hevur hann kent føroyingar? Kennist nakar við mannin?

 

Í dag er frælsisdagur Danmarkar. Tað eru í dag 78 ár síðani, at Nazitýskland gav seg yvir og Danmark aftur gjørdist frælst eftir týska herseting í fimm ár.