Frælsi ítrótturin hevur góðar vónir

(Ljóðsamrøða) OYL 15 : Niels Jákup Jakobsen, leiðari væntar og vónar heiðursmerki og føroysk met

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Niels Jákup Jakobsen, leiðari fyri føroyska frælsa ítróttshópin á oyggjaleikunum á Jersey.

 

Føroyski frælsi ítrótturin tekur lut á oyggjaleikunum við sjey sterkum og ungum íðkarum.

 

Tey eru Hanus Bergsson innan spjótkast. Hallur Simonsen innan klingrukast. Tórur Mortensen innan Longdarlop og Trístøkk. Rúni Seloy, sum rennur miðteinar. Rebekka Fuglø, sum rennur miðteinar. Bjørk Herup Olsen, sum rennur langteinar, og Marna Egholm, sum rennur langteinar.

 

Rás2/in.fo fekk orðið á leiðaran fyri frælsa ítróttarliði, sum hvur vónir um bæði heiðursmerki og føroysk met.