Rættiliga djúp lágtrýst liggja nær Íslandi og fleiri brúgvaløg fara um vikuskifti at troka seg inn yvir Føroyar av suðri. Í komandi viku fer veðrið eina tíð at gerast meiri støðugt, orsaka av einum hátrýstsryggi.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið, í støðum upp í skrið, sum snarar í ein útsynning, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men út á dagin klárar í, tó verður okkurt æli. Hitin um 10 stig. Sunnunáttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, seinni suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Fyrst verður samdrigið og okkurt æli, seinni skýggjað og regn út á morgunin. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og regn meginpartin av degnum. Um náttina makar hann vindin niður í stívt adnøvsgul, umleið 10 metrar um sekundið. Enn verður skýggjað, men einans regn av og á. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt, men um náttina stundum regn. Hitin millum 7 og 10 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í og verður samdrigið og bara okkurt æli og hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina verður fleyr til gul av vestri, undir 5 metrar um sekundið. Turt og klárt og hitin millum 3 og 8 stig.
Mikudagin verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, um náttina lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og nakað av sól, um náttina skýggjað og eitt sindur av regni. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av eystri, seinni landsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.









