Frægari møguleikar at loysa trupulleikarnar

? Jóannes Eidesgaard og eg hava í kvøld havt nakrar sera týdningamiklar samráðingar. Vit hava tosað um teir høvuðsspurningar, sum hava við flokkar okkara at gera og sum hava við Danmark og Føroyar at gera, segði Poul Nyrup Rasmussen eftir fundin við Jóannes Eidesgaard

? Jóannes Eidesgaard og eg hava í kvøld havt nakrar sera týdningamiklar samráðingar. Vit hava tosað um teir høvuðsspurningar, sum hava við flokkar okkara at gera og sum hava við Danmark og Føroyar at gera, segði Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og formaður í danska Javnaðarflokkinum, tá teir báðir langt um leingi møttu á tíðindafundinum, sum avtalaður var at vera klokkan 21:00 hóskvøldið, men sum ikki var fyrr enn klokkan 23:30.

? Samráðingarnar hava verið merktar av viðring frá báðum pørtum, og eg havi gjørt vart við, at eg virði støðuna, sum Jóannes Eidesgaard hevur tikið viðvíkjandi tí, at hann ætlar at standa fríur í fólkatinginum og ikki lima seg inn í nakran tingbólk, segði Poul Nyrup Rasmussen.

Poul Nyrup Rasmussen viðurkendi síðani, at ódnarveður hevur verið millum flokkarnar báðar hesi seinnu árini.

? Viðhvørt hava vit havt lyndi til at tosa forbí hvønnannan, men vit hava eisini í kvøld tosað so beinleiðis saman, at vit nú hava møguleika fyri at byrja eina nýggja leið, har vit hava frægari møguleikar at loysa trupulleikarnar.