Ein røð av spreingingum á Krim-hálvoynni

Skipasmiðjan í Sevastopol, sum varð rakt av rakettum í nátt, verður brúkt til umvælingar av bæði skipum og kavbátum, sum Russland brúkar í krígnum móti Ukraina.

Ein skipasmiðja í Sevastopol á Krim er rakt av rakettum, og í minsta lagi 24 fólk hava fingið løstir.

 

Tað siga myndugleikarnir, sum russar hava sett á Krim, á boðtænastuni Telegram.

 

Á sosialum miðlum síggjast video-brot og myndir av spreingingum og eldi á skipasmiðjuni.

 

Guvernørurin í Sevastopol, Mikhail Razvozjajev, skrivar á Telegram, at rakettálopið byrjaði tíðliga í nátt okkara tíð.

 

Tað var eisini guvernørurin, sum upplýsti, at 24 fólk vóru løstað í álopunum á skipasmiðjuna.

 

- Øll neyðhjálparfólk arbeiða á staðnum, og eingin vandi er fyri sivilum bygningum í býnum, skrivar guvernørurin.

 

Sevastopol er størsti býur á Krim-hálvoynni, sum russar tóku frá Ukraina í 2014.

 

Russland hevur brúkt Sevastopol sum miðstøð fyri svartahavsflotanum.

 

Skipasmiðjan, sum varð rakt í nátt, verður brúkt til umvælingar av bæði skipum og kavbátum, sum Russland brúkar í krígnum móti Ukraina.

 

Ógreiða ræður um, hvussu umfatandi álopini á Krim í nátt eru, og upplýsingarnir um støðuna eru ikki váttaðir av óheftum keldum.

 

- Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið á Krim í nátt, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.