Tann fráboðaði amerikanski grundtollurin á 10 prosent á útlendskar vørur kom í gildi í dag.
Tað upplýsir tíðindastovan AFP.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, legði mikudagin fram grundtollin á einum tíðindafundi í Washington, D.C. Á tíðindafundinum kunngjørdi Trump eisini enn hægri toll á fleiri øðrum londum, frá 9. apríl. Her verða vørur úr ES álgadar ein toll uppá 20 prosent. Kinesiskar vørur eru undir tolli uppá 34 prosent.
Nakrar vørur eru frítiknar fyri toll. Hetta snýr seg um vørur, sum longu eru undir tolli, eitt nú stál og aluminium, har USA hevur sett toll á 25 prosent.
Útlendskur heilivágur og timbur eru eisini undantikin tolli, men hetta kann koma seinni, stendur á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum.
Donald Trump heldur tollin vera rættvísan og pástendur, at onnur lond hava gagnnýtt USA ov leingi.
Forsetin vísir á, at USA hevur handilsjavnahall við ein stóran part av heimsins londum, og við tollinum vil Trump javna munin.
Hugsanin er, at útlendskar vørur, sum koma inn í USA, verða dýrari og at amerikanarar tí verða minni hugaðir at keypa tær.
Vónin hjá Trump er, at amerikanarar í staðin fara at keypa vørur framleiddar í USA og harvið styrkja landsins egna búskap.
Fleiri útlendskir búskaparfrøðingar hava funnist at útrokningunum, sum liggja til grund fyri tollinum hjá Trump.
Tey finnast at, at tollurin er grundaður á tað hall, sum USA hevur í handilsjavnanum við viðkomandi lond og ikki ein toll, sum er lagdur á amerikanskar vørur.
Kina hevur svarað aftur við at seta innflutningstoll uppá 34 prosent á amerikanskar vørur, sum koma inn á kinesiska marknaðin.
Virðisbrævamarknaðirnir hava verið í reyðum síðan tíðindafundin hjá Donald Trump mikudagin. Bara fríggjadagin fall danska C25-vísitalið við 6,2 prosentum, og tað var næststørsta fallið nakrantíð í søguni hjá virðisbrævavísitalinum.
/ritzau/