Fyri eini tíð síðan keypti Osmundur Justinussen tríggjar trolbátar í einum. Hesir vóru Hansa Maria, Búgvin og Jens Leon.
Reiðari á bátunum er Janus Knudsen, sum er sonur Jónsvein Knudsen, sála, ið var kendur úr vinnulívinum sum reiðari.
Leirvík var í sínari tíð ein útróðrarbygd við fleiri størri og smærri deksførum, sum róðu út við línu og snellu.
Soleiðis er ikki í dag. Leirvík er ikki nøkur útróðrarbygd longur, tí útróðurin kring landið er at kalla útdeyður - og í besta føri minkaður niður í lítið og lætt.
Tá tú vitjar Leirvík í dag, sæst, at mynstrið er broytt, og vit kunnu siga, at fyrrverandi útróðrarbygdin nú er vorðin ein trolbátabygd.
Trolbátarnir - tó at teir eru smáir - skapa bæði ársverk og fitt av virksemi á fiskavirkinum í Leirvík.
Tá in.fo var ein túr eftir bryggjukantinum í Leirvík mánadagin, var fitt av virksemi á fiskavirkinum, og onkur av trolbátunum riggaði til at loysa.
Á virkinum verður meginparturin av fiskinum, sum kemur upp á land, pakkaður og útfluttur.










