Vestmannasund
Tann 6. mars 1998 verður Ternan 1 (gamla Ternan), sum røkir siglingina inn á Skálafjørðin, sett í fasta sigling um Vestmannasund saman við Sam. Bæði skipini skulu røkja hesa sigling, til Ternan (nýggja) seinni í ár ætlandi verður sett inn í fasta sigling alt árið, og Sam verður eykaskip.
Kunngjørt verður í fjølmiðlunum um ferðaætlanina hjá Ternuni 1 um Vestmannasund.
Leirvíksfjørður
Seinni í ár er ætlanin, at seta Dúgvuna í fasta sigling alt árið um Leirvíksfjørð. Í førum har veðrið ikki er til vildar, verður siglt á Fuglafjørð.
Skálafjørður
Meðan Ternan 1 siglir um Vestmannasund, røkir Pride Skálafjarðarsiglingina. Pride flytir ikki akfør.










