Frá ommum til søguligar hendingar

Á móðurmálsdegnum varð hópin av gomlum blaðtilfari tøkt hjá almenninginum.

Fyri løtu síðani varð Bjørn Kalsø, Mentamálaráðharri, tann fyrsti at leita millum tey 17 bløðini og 22 føroysku tíðarritini - dagfest heilt aftur til 1877 - ið nú eru tøk á netinum. Fyrsta framsíðan, ið varð leitað fram, var tá ið Dimmalætting fylti 100 ár.

 

- Hetta er bara byrjanin, og enn er eitt sindur á mál, segði Erhard Jacobsen, leiðari á Føroya Landsbókasavni.

 

Tað er í sambandi við Móðurmálsdagin á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, at almenningurin fær atgongd til drúgvu talgildingina. 

 

Undirheitið fyri ársins Móðurmálsdag er »Føroyskt og talgildi heimurin« og fór av bakkastokki í morgun klokkan 10 á Landsbókasavninum.

 

Her hava tey nevniliga lagt stórt arbeiði í at talgilda føroyskt blaðtilfar við Erlingi Kjærbo á odda. Verkætlanin at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakrar ferðir. 

 

- Alt tað rúgvumikla føroyska blaðtilfarið frá 1877 liggur nú á tíggju harðdiskum, og í dag - 25. mars - er alt frítt atkomiligt á tidarrit.fo. Leitiskipanin er ógvuliga neyv, og tá ið eg eitt nú skrivaði navnið á ommu míni í leitiskipanina, kom eitt ótal av úrslitum um teir mongu basararnar, sum hon hevur lýst í bløðunum, sigur verkætlanarleiðarin, Erling Kjærbo.

 

Í mai 2014 skrivaðu Statsbiblioteket í Århus og Landsbókasavnið undir sáttmála, har Statsbiblioteket, sum hevur mikrofilmarnar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av filmunum. 

 

Alt tað skannaða tilfarið er síðan lagt inn í blaðportal hjá donsku fyritøkuni Infomedia, sum fyri Landsbókasavnið nú fer at veita almenna atgongd til bløðini umvegis netið.

 

Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð - frá fyrstu útgávuni av Dimmalætting í 1877, umframt øll tey størru dag- og serbløðini, ið eru komin út áðrenn ár 2000. Umframt tíðindabløðini, verður eisini atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áður hava verið tøk í savninum »tidarrit.fo«, ið somuleiðis er heitið á nýggja blaðportalinum.