Frá mikudegnum verður heitari aftur

Hátrýst norðan fyri Føroyar geva kalt og støðugt veður. Mikudagin viknar hátrýstið og brúgvaløg við regni og vindi nærkast sum frá líður av Føroyum av útsynningi og suðri.

 

Í dag verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum um kvøldið makar niður í lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Samdrigið og serliga fyrrapartin kavaæl. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um kvøldið og náttina verður lot til andøvsgul av norðri, undir 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt sindur av kava um landið og hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Í morgin verður fleyr til gul av ymsum ættum, seinni vestri, 2 til 6 m/s. Mest skýggjað og í støðum eitt sindur av kava. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgu av útsynningi og suðri, 3 til 8 m/s, sum um kvøldið øtlar upp í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Í støðum sólglottar, men møguliga nakað av regni ella vátaslettingi her og har. Hitin millum 1 og 6 stig.

 

Hósdagin øtlar hann vindin og verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, um kvøldið øtlar hann vindin upp í hvassan vind, um 15 m/s. Skýggjað og stundum regn, um náttina meiri regn. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, og skýggjað við regni. Um kvøldið ella náttina snarar hann í ein útsynningi og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, tó okkurt æli ymsa staðni. Hitin alt døgnið millum 5 og 9 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á dagin snarar í ein sunnan og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, men eitt bil tó yvirhøvur skýggjað og regn manga staðni. Hitin millum 4 og 8