Frá knappaborðinum til virkið fólkaræðið

Tjóðveldi og Unga Tjóðveldi í Suðurstreymoy skipa fyri tiltaki, serliga ætlað teimum 20-40 ára gomlu mikukvøldið

Komandi mikukvøld klokkan 19.30 skipa Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið í Suðurstreymoy fyri einum serligum tiltaki í Miðlahúsinum, sum nevnist "Frá Facebook til Fólkaræðið".

 

Kjakið er lívligt á facebook - men klára vit at fáa fólk upp úr sofuni og flyta kjakið yvir í tað livandi, veruliga lívið eisini? Og hvussu gera vit tað? Spyrja fyrireikararnir.

 

Hvat kann gerast fyri at fáa fólk undir 40 meir aktiv í samfelagskjakinum? Allir aldursbólkar eru tó hjartaliga vælkomnir, undirstrika fyrireikararnir.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Gunvør Balle, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, og Kára Joensen og Elsu Berg frá Unga Tjóðveldi, sum greiddu frá tiltakinum í morgunsendingini hjá Rás2, og eisini røddu um Facebook er fremjandi ella lemjandi fyri fólkaræðið.