Frá innsavnan við bússum til Premier League

Søgan um lítla fótbóltsfelagið AFC Bournemouth er ótrúlig

Inntil í gjárakvøldið hevur suðurenski býurin Bournemouth, sum er grannabýur við Southampton og Portsmouth mest verður kendur fyri allar sínar mongu pensjónistar, málskúlar, strendur, og serligu pierar. Men tað er nú broytt.

 

Ígjár skrivaði fótbóltsliðið AFC Bournemouth søgu. 116 ára gamla felagið hevur við 99,99 prosents matematiskari vissu tryggjað sær sætið í Premier League. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður lítla felagið, sum hevur ein heimavøll, sum bara tekur 12.000 áskoðarar at finna í bestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Bournemouth liggur á øðrum plássi í The Championship við 87 stigum og pluss 50 í málmuni, nú ein dystur er eftir at leika. Middlesbrough liggur nummar trý við 84 stigum og pluss 31 í málmuni. Um Bournemouth tapir ímóti Charlton á útivølli sunnudagin við einum máli, so skal Middlesbrough vinna við 18 málum í heimadystinum ímóti Brighton, sum júst hevur megnað at bjargað sær sætinum í næstbestu deildini.

 

Tað fer neyvan at henda, og tí var fagnaðurin ovurstórur á Dean Court leikvøllinum í Bournemouth í gjárakvøldið, tá heimaliðið vann 3-0 á Bolton Wanderers.

 

Fyri fáum árum síðani varð tó einki, sum talaði fyri, at Bournemouth skuldi gerast eitt Premier League lið. Lið hevur verið niðri í fjórðbestu deildini og vent, og í 1997 varð um reppið, at AFC Bournemouth fór á húsagang, og endaði langt niðri í enska fótbóltsligakervinum. 

 

Á myndini sæst ein bússa. Fjepparar og onnur góð fólk fóru kring Bournemouth økið við slíkum bússum, fyri at savna inn pening til AFC Bournemouth, so teir ikki fóru á húsagang, og mistu sín ligastatus í enskum fótbólti. AFC Bournemouth varð bjargað fimm minuttir áðrenn midnátt, og er tað tí eitt av teimum størru fótbóltsundrunum í ensku fótbóltssøguni, at lítla suðurenska felagið verður at síggja í Premier League komandi kappingarár.

 

Ikki so fáir føroyingar hava gingið á málskúla í Bournemouth. Teirra millum KÍ-legendirnar, Harley Bertholdsen og John William Joensen.