Frá herverki til sjónleik

Evnisdagar eru á Venjingarskúlanum har næmingarnir viðgera ymisk evni

Hesa vikuna hava teir umleið 600 næmingarnir á landssins størsta skúla, Venjingaskúlanum í Havn. evnisviku. Talan er um allar næmingarnar úr 1. til 10. flokk.

Næmingarnir hava sjálvir valt út nøkur evni, sum teir so viðgera í bólkum.

Evnini eru Havnin, ferðsla í Havn, brotsverkafyribyrgjandi kunning, sjónleikur og mentan annars.

Vanliga eru tvær slíkar evnisvikur um árið. Ætlanin er at vísa fram alt tað, sum er komið burtur úr, á skúlanum í dag.

Tá Sosialurin var úti í Tinganesi í gjár hittu vit ein fimta flokk, sum arbeiddi við evninum herverk.

Tey kunnaðu seg um herverkið, ið gjørt var á rútarnar har í farnu viku.

Tað var so heppið, at tey um hetta mundið eisini fingu høvi at hitta ovasta arbeiðsgevaran í undir