Frá heimsmeistara til persónligan húsagang

Fíggjarliga fallið hjá gomlu týsku fótbóltshetjuna Andreas Brehme hevur verið stórt

Skjótt gongur tíðin, og gomlu hetjurnar eru gloymdar. Til HM-endaspælið í Italia í 1990 varð Andreas Brehme millum tær mest lýsandi stjørnurnar á tí tá vesturtýska fótbóltslandsliðnum, sum vann heimsmeistaraskapið, aftaná eina finalu á Argentina. Vesturtýskland vann finaluna við einum brotssparksmáli, sum Andreas Brehme setti í netið.

 

Nú er støðan ein heilt onnur hjá tí nú 53 ára gamla Andreas Brehme. Andreas Brehme er farin á húsagang, hann hevur selt síni sethús, og kortini skyldar hann framvegis eina upphædd, sum svarar til umleið 1,5 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Einasta starv, sum stendur Andreas Brehme í boði er at vaska WC fyri eitt reingerðarfelag. Tað er Oliver Straube, sum var spælari meðan Brehme varð venjari hjá Unterhaching, sum hevur boðið honum hetta starvið. - Her fer Brehme at læra um veruliga lívið gjøgnum hart arbeiði, og tað fer at menna hann, sigur Oliver Straube við týskar miðlar.

 

Størsta týska fótbóltshetjan, Franz Beckenbauer, sum vann HM, sum liðskipari í 1974, og sum landsliðsvenjari í 1990 vil tó ikki finna seg í, at Andreas Brehme skal eyðmýkjast av týska samfelagnum. - Vit hava eina ábyrgd fyri Andreas Brehme. Hann gav týskum fótbólti nógv, og hann varð við til at vinna heimsmeistaraskapið fyri Týskland. Nú er tíð uppá, at týskur fótbóltur hjálpir Andreas Brehme, sigur ein bersøgin Franz Beckenbauer.

 

Andreas Brehme skeyt átta mál fyri týska landsliðið í 86 landsdystum. Hann hevur vunnið týska meistaraheiti við Kaiserslautern og Bayern Munchen, og hevur vunnið italska meistaraheiti og UEFA Cup við Inter Milan, og hevur verið spanskur steypavinnari við Real Zaragoza. 

 

Nú er so spurningurin um øll tey, sum hildu hann verða eina hetju í 1980-unum og 1990-unum fara at minnast hann nú?