Føroyskar fyritøkur virka undir teirri grundtreyt, at heimamarknaðurin er avmarkaður. Og um tær veruliga vilja veksa, er neyðugt at skapa bestu umstøður fyri útflutningi, tá ið talan er um ítøkiligar vørur, umframt atgongd til heimsmarknaðin.
Javnaðarumboðið á Fólkatingi arbeiðir fulla tíð og er greiða føroyska røddin í Danmark og longri úti í heimi. Vit netverka og skapa sambond og virka sum tað millumliðið, ið fyritøkur ofta mangla fyri at koma á heimsmarknaðin. Tí okkara fyritøkur standa einki aftanfyri aðrar, útlendskar fyritøkur – men avmarkaði heimamarknaðurin er ein forðing fyri vøkstri og menning.
Javnaðarflokkurin skal lætta um hjá føroyskum fyritøkum at vinna uppgávur uttanfyri Føroyar, og hetta verður sjálvandi gjørt í góðum samskifti við vinnulívið.
ES setir mong krøv til føroyskt vinnulív. Krøv, sum kunnu vera fløkt og ring at gjøgnumskoða. Fulltíðar fólkatingsumboð okkara fylgir væl við, so at vit í Føroyum kunnu dagføra okkara reglur, tá ið viðkomandi ES-reglur eru á veg. Men samstundis ansa vit eftir ikki seta óneyðuga fløktar ella óhóskandi reglur í gildi, sum ES ikki krevur – tí ofta eru valmøguleikar, tá ið reglur og ásetingar úr ES skulu setast í verk.
Okkara umboð á Fólkatingi hevur gott innlit í ES-lóggávu og miðlar allar tær nógvu nýggju ásetingarnar og broytingarnar í regluverkinum hjá ES, sum fáa týdning fyri okkum, heim til Føroya til røttu tíð og í hóskandi formi. Soleiðis ber til hjá vinnulívinum at binda um heilan fingur og vera fyrireikað.
Vel Javnaðarflokkin á Fólkating. So fært tú eina greiða føroyska rødd, sum sjálvandi tosar fleiri fremmand tungumál. Tí einki fólk og einki land kann virka uttan góð altjóða sambond og uttan gott innlit í heimssamfelagið.
Kristianna Winther Poulsen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsval 2015