Páskirnar eru upprunaliga partur av føstuni, ið sambært vesturlendskum kristindómi byrjar á øskudegnum - mikudagin í sjeyndu vikuni fyri páskirnar - í gregorianska kalendaranum, sum í ár fall á 18. februar.
Sambært vesturlendskari kristnari siðvenju - eins og vit kenna tað úr Bíbliuni - var vanligt at fasta í 40 dagar, tó undantikið sunnudagar. Slík sjálvsagan er somueliðis kend innan aðrar trúarrætningar, sum Islam og Jødadóm, og er enntá bulurin innan summar rætningar innan Hinduismu og Buddhismu.
40 dagar og nætur
Sjálvan øskudagin eru framvegis summi, ið hátíðarhalda við at festa sær øsku í pannuna á degnum. Øskan átti upprunaliga at koma úr brendum pálmum frá pálmasunnudegnum árið fyri.
Pálmasunnudagurin fellir á seinsta sunnudagin áðrenn páskadag, og siðvenja var, at hava átigildi áðrenn føstan tók við aftur mánadagin eftir. Úr Bíbliuni kenna vit dagin frá tí, at Jesus kemur inn í Jerusalem og verður fagnaður - har millum annað pálmar vóru havdir á lofti, og er hetta somuleiðis fremsta sambandi, sum kristin seta í samband við pálmasunnudag nú.
Vikan eftir pálmasunnudag er ógvuliga hendingarík fyri Jesus, og eru somuleiðis dagarnir, sum markera páskahalguna í vesturlendskum kristindómi.
Seinasta kvøldmáltíðin verður hildin skírhósdag, Jesus verður krossfestur langafríggjadag og bæði páskadagur og annar páskadagur er til minnis um, at Jesus reis upp frá deyðum.
Siðvenjan flytir seg
Páskirnar eru framvegis frídagur í flestu londunum, við kristindómi sum tjóðarreligión, men nógv hevur verið lagt afturat siðvenjuni. Í norðurlondum er farið alsamt meira frá at fasta og at halda sær frá undirhaldi um páskirnar, umframt at tað er vorðið vanligt at eta stórar sjokulátaegg annan páskadag.
Tað ber framveks brá av, at 40-daga-fastan varð hátíðarhildin við einum átigildi, men eggini hava møguliga eisini verið ein táttur fyrr. Summi vilja vera við, at eggini umboða tómu grøvi Jesusar, onnur, at høsnaegg fyrr vórðu málað reyð, til tess at minnast blóð Jesusar.
Páskaharan er mett at stava úr Týsklandi, og í Amerika hevur tað eisini vunnið frama, at knýta páskaharuna upp í siðvenjuna, sum er at líkna við jólamannin. Hon kemur við eggum, tá ið børnini ikki vita av, og fjalir tey ymsastaðni, sum børnini kunnu leita eftir.