Hjartabankan, sveittabrot, pína í knøunum og rygginum og lágt sjálvsvirði. Hetta var í nógv ár partur av gerandisdegnum hjá Tinu Tórarenni úr Skúvoy, sum alt tað hon minnist hevur drigist við yvirvekt.
- Tað er ikki fyrr enn nú, at eg dugi at síggja, hvussu stóra ávirkan tey alt ov nógvu kiloini høvdu á meg bæði kropsliga og sálarliga. Tað var ein ónd ringrás, sum eg veruliga mátti stríðast fyri at koma úr, sigur 33 ára gamla Tina Tórarenni.
Fyri minni enn einum ári síðani tók hon avgerð um at leggja lívið um, eta heilsubetri kost og røra seg meir í gerandisdegnum. Úrslitið er, at hon er lætnað meir enn 30 kilo upp á minni enn eitt ár og er í dag fitnessvenjari.
- Eg havi fingið tað so ótrúliga gott, síðani eg broytti kostvanar og fór undir at røra meg, og tað vil eg fegin, at onnur fólk eisini skulu uppliva. Tað, at ein sum eg, nú kann hjálpa øðrum, sum eru í støðuni, eg var í, vóni eg kann geva íblástur, sigur Tina.
Hóast stórt fokus hevur verið á heilsu, mati og rørslu seinastu árini, og óteljandi sjónvarpssendingar hava verið um evnið, so hevði tað lítla og onga ávirkan á Tinu.
- Eg havi mangan hugt eftir hesum sendingunum og sagt við meg sjálva, at hatta fari eg eisini at gera. Men veruleikin er tann, at ímeðan eg sat í sofuni og sá, hvussu tjúkk fólk gjørdust klænri fyri hvørja viku, fylti eg meg við sjokolátu, sigur Tina.
Les alla samrøðuna við Tinu Tórarenni í Vikuskiftissosialinum ella her