Sjónvarpaðu valfundirnir kunnu vera undirhaldandi við provokatiónum, rópum og fyndugum viðmerkingum, sum peppa stoffið
Men viðhvørt skuggar hetta fyri álvarseminum í málunum, og tí kensluni sat eg við eftir sjónvarpskjakið um fiskivinnuna í gjár.
Grummur málaði Jacob eina ræðumynd av øllum ætlanum um at nýskipa fiskivinnuna, tí tær eru per definitión av tí ónda.
Vilja vit landinum væl, má tilfeingið staðfestast sum fólksins ogn, og nýskipanin má fremjast í einum konstruktivum anda millum politisku skipanina og vinnuna.
Tann veruliga ræðumyndin í fiskivinnuni er, at Føroyar fara at líkjast einum feudalum jalladømi, og at jallarnir sum frálíður verða útlendskir.
Hetta kann neyvan vera tað, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin vilja, ella er tað kanska tað?
HVAT VILJA TEIR
Millum teir høvuðstættir, sum ein fiskivinnunýskipan millum flokkarnar kann byggja á, er at fáa staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks.
Havi altíð hildið, at øll vóru samd um hetta grundarlagið, men hava Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eina aðra fatan?
Tjóðveldi mælir til at halda útlendskum áhugamálum burtur og tryggja, at fiskivinnan verður á føroyskum hondum. Taka Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin undir vIð tÍ?
Vit vilja steðga spekulatiónini við fiskirættindunum, sum landið hevur latið privatum til láns. Vilja Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin tað sama?
Vit mæla til eina liberalari skipan, so vit lata upp fyri nýggjum aktørum og forða fyri, at vinnan endar á fáum hondum. Taka Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin undir við tí?
Semjast vit um hetta, kann tað ikki vera so trupult at fáa eina nýskipan í lag, sum er framfýsin og skapar munandi størri virðir til okkum øll at liva av - bæði nú og í framtíðini.
Magni Arge, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi










