Her ber til at hoyra fyrra part av kjakfundinum, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi skipaðu fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldi.
Yvirskriftin til fundin var "Frá Facebook til Fólkaræði". Málbólkurin er aldursbólkurin 20-40 ár, sum kemur alt ov lítið til sjóndar í samfelagskjakinum.
Tey 20 til 40 ára gomlu verða ofta nevnd ”tað horvna ættarliðið”. Ikki minst orsakað av tí at so stórur partur av hesum aldursbólki ikki eingongd er til staðar í samfelagnum. Tey eru uttanlands í lestrarørindum, ellar tey nema sær nakrar arbeiðsroyndir uttanlands eftir loknan lestur
Áhoyrarirnir fingu fyrst eina stutta framløgu um fólkaræði frá stjórnmálafrøðinginum Hallberu West.
Eisini fingu sjey ungfólk hvør sínar fimm minuttir til stutta framløgu um teirra fatan av okkara fólkaræði, okkara samfelag og hví tey hava valt Føroyar.
Hergeir Eldevig, Hannes Lesch, Janus Brix Kamban, Gvøðni Gunnarsson, Petur Háberg, Durita Olsen og Sóley Heradóttir Hammer greiddu á fangandi og forvitnisligan hátt frá sínum eygleiðingum, royndum og hugsanum.
Eisini varð greitt frá søguni um Baroli Music og forvitnisligu sjónvarpsrøðini Spískamarið.
Fundurin endaði við kjaki, har panelið millum annað eftirlýsti eini grundleggjandi kjakmentan.
Hoyr fyrra part av fundinum við at trýsta á pílin undir myndini.
Hoyr seinna part av fundinum við at TRÝSTA HER.