Tá løgtingið í morgun feldi fyrispurningin frá Kára P. Højgaard um at kanna fráveru hjá almennum starvsfólkum, var fráveran hjá tingfólkum góð 36 prosent
Av teimum 33 tingfólkunum vóru bara 21 til arbeiðis í tingsalinum í morgun, tá løgtingið vrakaði fyrispurningin hjá Kára P. Højgaard, formanni í Sjálvstýrisflokkinum um at kanna fráveru hjá almennum starvsfólkum.
Tað var í Sosialinum fríggjadagin, at Kári P. Højgaard segði, at hann fór at seta fram fyrispurningin. Fakfelagsfólk og onnur hava verið frammi alment og mótmælt málinum.
Men tað varð endaliga avgreitt í morgun, tá løgtingið feldi uppskotið um fyrispurningin við einum braki. Bara uppskotsstillarin sjálvur og løgtingsformaðurin atkvøddu fyri. Tað er sera sjáldan, at løgtingið fellir uppskot um fyrispurning til landsstýrisfólk.
Um tað mundi vera tí, at nevndarlimur í Føroya Lærarafelag hevur mælt til at byrja við at kanna fráveruna hjá tingfólki, meldar søgan einki um. Men í tinginum var fráveran stór.
12 tingfólk vóru ikki til arbeiðis, tá atkvøtt var, og eingin tingnevnd hevði fund um somu tíð.









