Kikrjubøar Kommuna hevur gjørt ein verkætlan, sum umfatar ellisheim í Kirkjubø. Ætlandi skal nýggja ellisheimið byggjast har, vakstrarhúsið í bygdini hevur staðið.
Anfinn Brekkstein, borgarstjóri í Kirkjubøar Kommunu, sigur, at kommunan hevur gjørt eina verkætlan, sum umfatar bygging av ellisheimi í Kirkjubø. Hetta varð gjørt út frá teirri ásannan, at ørvurin á plássum til tey eldru, i Suðurstreymoy er øgiliga stórur, sigur hann.
Kirkjubøar Kommuna keypti vakstarhúsið í Kikjubø og samtykti at lata tað taka niður og so byggja ellisheimið aftur á grundina.
Niðurtøkan varð boðin út, og tað arbeiðið er um at vera liðugt nú, sigur borgarstjórin.
Í verkætlanini hjá Kirkjubøar Kommunu verður kostanðarmetingin fyri ellisheimið sett til 14,4 milliónur krónur, tá klárt er at flyta inn. Roknað verður við 10 búplássum, sigur Anfinn Brekkstein. Av hesum kostnaðinum hevur kommunan roknað við, at landskassin fer at rinda tær fimm milliónirnar, sigur hann.
Tað er soleiðis, at stuðul kann latast frá tí almenna til bygging av ellisheimum. Stuðulin er kr. 500.000,- fyri hvørt búplássið ella í mesta lagi helvtina av samlaðu íløguni. Kirkjubøar Kommuna hevur søkt Almannamálaráðið um stuðul eftir hesi skipanini.
?Men nú varð val útskrivað, meðan arbeitt verður við hesum, so nú vita vit einki, hvussu verður. Vit mugu nokk bíða eftir einum nýgjum landsstýri, sigur borgarstjórin í Kirkjubøar Kommunu.
Tað verður tó ikki Kirkjubøar Kommuna, sum fer at lata ellisheimið í Kirkjubø byggja, vísir Anfinn Brekkstein á.
Kirkjubøar Kommuna hevur tikið stig til verkætlanina og letur hann gera klára til sjálva byggingina.
Samtykt er at leggja Kirkjubøar Kommunu og Tórshavnar Kommunu saman, so tá tað kemur til, at farast skal undir sjálva byggingina, verður tað Tórshavnar Kommuna, sum kemur at standa fyri tí partinum, sigur Anfinn Brekkstein.










