Fríur málburður

Tað er gott, um vit hava verið við til at liberaliserað málburðin í sangum, sigur Eyðun Nolsøe

Frændur tordu at skriva tekstir við málburði, sum var líkafram. Hvørjar tankar gjørdu tit tykkum um málið í yrkingunum?

Eyðun: Vit gjørdu okkum nakrar tankar um tað. Vit vildu sleppa burtur úr tí stirvna málburðinum, sum hevði eyðkent nógvar føroyskar sangir. Kanska hava vit roynt at havt nakrar smáar provokatiónir, sum hava givið seg til kennar í yrkingunum, og tað gav kanska nakrar broytingar í málbrúkinum. Steintór: Tað er fólkið, sum býr her á landi, sum skapar talumálið, vit hava, og eg haldi, at talumálið og sangmálið eiga at fylgjast nokk so væl at. Ikki minst, tá ið mann skal finna nakrar bleytar vokalar at syngja uppá og fáa tað at ljóða nokk so pent.