Frá United til Saudi Arabia

Odion Ighalo skuldi heimaftur til kinesiska Shanghai Greenland Shenhua, men er nú seldur til Saudi Arabia.

Eftir eitt ára leigusáttmála við Manchester United hevur nigerianski áleyparin, Odion Ighalo, nú spælt sín síðsta dyst fyri Manchester-felagið á hesum sinni.

http://umsiting.in.fo/Leigusáttmálin gekk út í síðstu viku, og nú hevur kinesiska felagið, Shanghai Greenland Shenhua, sum átti Odion Ighalo, selt hann víðari.

Tað er felagið Al Shabab úr Saudi Arabia, sum hevur keypt Odion Ighalo fyri 19 milliónir krónur. Í Al Shabab gerst hann liðfelagi við eitt nú fyrrverandi Sevilla- og Inter-leikaran, Éver Banega.

31 ára gamli Odion Ighalo skeyt fimm mál í 23 dystum fyri Manchester United, har hann so við og við gleið úr hópinum, serliga eftir at Edinson Cavani kom til felagið í oktober.

Odion Ighalo tjenti umleið 2,55 milliónir krónur um vikuna í Shanghai Greenland Shenhua, har hann skeyt 10 mál í 19 dystum og var við til at vinna steypakappingina fyrraárið.

Tað er ikki upplýst hvat Odion Ighalo fær í løn í Al Shabab.