Frættu um álvarsmál av tilvild

Hetta verður tikið sum eitt álvarsligt álop, sigur virkandi stjórin í ALS, Ernst Jacobsen


Arbeiðsloysisskipanin
 

 - Tað var av berari tilvild, at vit fingu nakað at vita um hetta.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur, at tað var ikki fyrrenn í gjárkvøldið, at tey í ALS fingu at vita, at ætlanin var at fremja tað, sum partarnir meta sum eitt sera álvarsligt álop á ALS.
Sum tað stendur í aðrari grein, er viðgerð Løgtingið í løtuni eitt uppskot, sum kann enda við, at ALS verður ognartikið og í roynd og veru avtikið, sum stýrið sigur.
Hann sigur, at hóast partarnir talan er um kollveltandi broytingar í ALS, hevur ongin í ALS fingið málið til hoyringar.
Stjórin í ALS sigur, at ein bólkur hevur viðgjørt ALS fyri nøkrum árum síðani og har kom ein greiður meiriluti av lógfrøðingunum, sum kom til ta niðurstøðu, at ALS er ikki ein skattur og kann tískil haldast uttanfyri fíggjarlógina.
Men tað er als ikki lagt upp fyri hesum í uppskotinum, sum Løgtingið nú viðgerð.
Ì Løgtinginum í morgun stúrdu summir tinglimir fyri, at endar ALS á fíggjarlógini, er vandi fyri, at løgtingsmenn faraat brúka pengar hjá ALS til onnur endamál, táið tað manglar í til ymisk onnur endamál.
- Hetta er ein ótti, sum hevur verið nevndur fyrr. Eg kann bara siga, at inngjaldið til ALS er ætlað teimum arbeiðsleysu og tað er ómetaliga týdningarmikið, at hann veruliga verður tøkur hjá teimum arbeiðsleysu tá ið á stendur og ikki verður brúktur til onnur endamál.
Fakfelagsfólk vísa eisini á, at í teirri ringastu kreppuni, var trýst lagt á fyri at fáa pengarnar hjá ALS til ymisk endamál.
Ernst Jacobsen sigur, at ALS hevur eisini lagt upp fyri, at arbeiðsloysið kann økjast.
- Í ringastu krepputíðini rindaði skipanin 280 milliónir til arbeiðsleys okkurt árið. Vónandi koma vit ikki aftur í slíka støðu, men tekur kreppa seg upp, er tað skjótt at brúka 500 milliónir.
Hann vísir eisini á, at taå er eisini sera týdningarmikið at leggja sær í geyma, at útgjaldið úr ALS broytist ógvuliga nógv frá ári til ár.
- Hækkar arbeiðsloysið bara nøkur heilt fá prosent, kann útgjaldið úr ALS hækka einar 40 milliónir eitt ár.
- Og endar ALS á fíggjarlógini, kann tað vera torført at útvega neyðuga peningin til arbeiðsleys tá ið slík sveiggj verða í arbeiðsloysinum, serliga tá ið havt verður í hugað, hvussu torført tað kann vera at útvega heilt smáar upphæddir til ymisk endamál.
Hann sigur, at tað er orsøkin til, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum halda ómetaliga fast um, at ALS skal undir ongum umstøðum á fíggjarlógina, men skal liggja heilt uttanfyri.
Kortini er Ernst Jacobsen bjartskygdari eftir viðgerðini í Løgtinginum í morgi var ikki so galin, tí nógvir tinglimir ivaðust í, hvussu rætt tað var at leggja ALS undir fíggjarlógina.