- Vit hava hvørki hoyrt orð ella eið aftur frá Eik Banka, so vit ganga út frá, at tað sita heilt aðrir partar við borðið í løtuni, sigur Anfinn Olsen, stjóri í Framherja. Tað sá eitt sindur ófrættakent út, tá tú í morgun komst inn til Runavíkar og sá partrolararnar hjá Faroe Seafood, Bak og Stelk, sum landaðu í gjár, liggja bundnar við bryggju - lið undir lið - frammanfyri virkinum hjá Faroe Seafood.
Tað hevur ljóðað, at nógv fundarvirksemi hevur verið í dag, og stjórin í Framherja, Anfinn Olsen, váttar nú seinnapartin yvirfyri Norðlýsinum, at samráðingarnar við Eik Banka um at yvirtaka Faroe Seafood samtakið eru slitnaðar.
- Vit hava hvørki hoyrt orð ella eið aftur frá EIK Banka, so vit ganga út frá, at tað sita heilt aðrir partar við borðið í løtuni, sigur Anfinn Olsen.
Tað vóru annars Vinnan í Gøtu, Framherji á Toftum og Samherji í Íslandi, sum fyri nøkrum vikun síðan í tíðindaskrivi boðaðu frá, at ætlanin var at yvirtaka Faroe Seafood.
Nevndarformaðurin í Faroe Seafood, Ingi Højgaard, váttar yvirfyri Kringvarpinum, at nú verður ein plan B royndur, men at støðan er álvarsom, tí eingin trygd er fyri, at tey 800 starvsfólkini hjá Faroe Seafood sleppa til arbeiðis aftur mánamorgunin.
Hvør lagnan hjá Faroe Seafood samtakinum verður, er ógvuliga trupult at meta um í løtuni.
Bakur og Stelkur liggja sum nevnt bundnir við bryggju. Skipini plaga altíð at fara útaftur sama dag, sum tey landa, um ikki veður ella mekaniskir trupulleikar forða teimum.
Portalurin fer at fylgja við málinum.










