Ófrættakend gongd

Schandorff Vang

Allir politiskir flokkar rópa hart upp um, at teir eru so sera demokratiskir, men hvar fór hetta góða demokrati í valstríðnum?
Hví ? finnast tílíkir vandalar, sum ikki kunnu lata tær stríðandi krefturnar standa sína roynd, og lata boðskapin hjá teimum ymsu flokkunum fáa frið at standa uppi?
Hví ? kunnu ódemokratisku vandalarnir ikki skilja, at flokkarnir brúka nógva orku, tíð og pening til at fáa sín boðskap fram ? pening sum skapar virksemi?
Hví ? hava hesir vandalar ikki virðing fyri øðrum meiningum enn teirra egnu?
Er tað veruliga hesar vandalistisku ? ella fascistisku ? kreftir vit skulu hava framat at stýra landi okkara?
Eg fái meg ikki at trúgva, at boðini koma frá floksins leiðslum, men vísir tað seg serliga, at tað er Sambandsflokkurin, sum fær sín boðskap skræddan ella brotnan niður. Hetta byrjaði longu til seinasta fólkatingsval, og tá vóru tjóðveldisboðskapir settir upp á sama stað ístaðin.
Longu tá hoyrdist um skipaðan tjóðveldisungdóm, sum savnaðist á ávísum støðum fyri síðan at koyra runt og bróta niður sambandsboðskapin.
Hetta endurtók seg til seinasta løgtingsval.
Hetta endurtekur seg enn grovari í 2004. Hesuferð leggja teir ikki bert eftir uppsettum skeltum, men eisini við at bróta rútar í bilum, sum hava sambandsboðskapin standandi í rútinum.
Hesir ódemokratiski ótangarnir fremja rætt og slætt herverk. Tí heiti eg á tykkum, sum síggja slíkt fara fram, um at leggja í geyma, hvørji hesi fólk eru og siga politinum frá, so tey kunnu fáa sína revsing.