Meira enn 100 fólk vóru møtt, tá Frítt Val, sum er fyri fríari fosturtøku, hevði stovnandi aðalfund fríggjakvøldið.
Tíggju kvinnur vórðu valdar í nevndina hjá felagnum, sum hevur avgjørt at hava eina flata nevnd við ongari forkvinnu. Flestu nevndarlimirnir vóru eisini virknir í Fríum Vali, áðrenn tað formliga varð stovnað sum felag, sigur Maria Lyager, sum er ein av nevndarlimunum hjá nýstovnaða felagnum.
Nýggja nevndin hevur væntandi tann fyrsta fundin seinni í hesari vikuni, og tá fer hon at leggja ætlanir fyri, hvussu arbeiðið hjá felagnum skal skipast frameftir.
Felagið Frítt Val, sum byrjaði sum ein áhugabólkur, er fyri fríari fosturtøku til eitt ávíst vikutal. Felagið vil ikki áseta vikutalið men vísir á, at tað markið má serkunnleikin seta. Í Danmark er frí fosturtøka til 12. viku.
Felagið Frítt Val heldur, at kvinnur skulu sjálvar hava møguleika at gera av, um tær vilja hava eitt barn ella ikki. Kvinnan kennir best sína støðu, og er tí best før fyri at taka avgerðina, sigur Maria Lyager, sum vísir á, at fosturtøkur hava altíð verið, og at tær fara altíð at koma fyri.
– Hví ikki velja ta tryggu loysnina, tá fosturtøkur verða framdar kortini, sigur Maria Lyager.
Teir tíggju nevndarliminir í Fríum Vali eru hesir: Katrin Sigurpálsdóttir Kamban, Sára Egholm, Hervør Pálsdóttir, Maria Lyager, Turið Maria Jóhansdóttir, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Gunnhild Persson, Barbara Gaardlykke Apol, Heiðrún Teitsdóttir og Bergtóra Jensdóttir.










