– Hetta úrslitið fáa vit ikki brúkt til nakað sum helst, tí kravið var, at vit skuldu vinna, um vit skuldu hanga í oddanum. NSÍ er eitt so mikið gott lið, at eg trúgvi ikki, at nakar steðgar teimum nú, segði Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, eftir annan dystin í fimm dagar ímóti oddaliðnum, NSÍ.
– Vit hava verið betra liðið í báðum dystunum, men skorar tú ikki ímóti NSÍ, tá tú hevur kjansirnar, verður tú eisini revsaður. At vit ikki eru á odda 3-0 í hálvleikinum í dag, er bara okkara egna skyld, og tá teir so fáa eitt mál ímóti endanum – ja, hatta er tað, sum hendir í fótbólti.
Tað var eisini næstan løgið, at EB/Streymur ikki fekk tvey ella trý mál aftrat fyrstu 45 minuttirnar, tí í fyrra hálvleiki sat heimaliðið tungt á øllum, sum hendi á vøllinum. NSÍ kom bara hendinga ferð fram um miðjuna, og tá var sjáldan nakar serligur vandi á ferð, meðan EB/Streymur hótti alla tíðina.
Eitt innkast í vinstru síðu, tá góðir sjey minuttir vóru farnir, setti hol á hjá EB/Streymi. Gert A. Hansen kastaði langt inn í NSÍ-brotsteigin, har Gudmund Nielsen við høvdinum snittaði bóltin víðari, og mitt fyri málinum stóð Arnbjørn T. Hansen púra leysur og kundi við pannuni plasera bóltin í málið.
Restina av hálvleikinum hevði EB/Streymur fleiri aðrar stórar kjansir, men hvørja einastu ferð royndist Andras Gango framúr væl í málinum hjá NSÍ, sum hann helt meistarliga reint restina av dystinum.
Vent í holuni
Í seinna hálvleiki vendi dysturin fullkomuliga á høvdið. Nú var tað NSÍ, sum sat á so at siga øllum og í løtum kringsetti brotsteigin hjá EB/Streymi, ið ikki av álvara kom fyri seg, fyrr tað í yvirtíðini eydnaðist at fáa nøkur vandamikil hornaspørk burturúr í seinastu royndini at vinna dystin.
Leingi lá í luftini í seinna hálvleiki, at NSÍ fór at fáa mál, men tíðin var við at ganga undan, tá tað í fimtsíðsta minutti endiliga bragdaði. Talan var um ein leysan bólt, ið brádliga kom fyri føturnar á innskifta Árna Frederiksberg, ið náðileyst høgdi til, so NSÍ nú ikki hevur tapt í 15 dystum.
– Vit hildu opinbart, at vit bara kundu ganga dystin ígjøgnum, men sótu alt ov lætt í teimum í fyrra hálvleiki, so teir sluppu at gera, sum teimum lysti. Men í steðginum staðfestu vit, at hetta slett ikki bar til, tí vit kundu akkurát tað sama tapa 5-0 sum 1-0, sigur Johan Troest Davidsen hjá NSÍ.
– Nú hava vit spælt tvær ferðir á rað ímóti EB/Streymi, og báðar ferðir fóru vit inn fyri at vinna dystirnar. Men bara ein av hesum fýra hálvleikunum hevur verið nóg góður hjá okkum, so alt í alt eru vit nokk nøgdir við at fáa tveir javnleikir burturúr. Og í dag er 1-1 er eitt fínt úrslit, tá vit hugsa um fyrra hálvleik, tí tá sá einki út hjá okkum.
Eftir stendur, at liðini hvørt í sínum lagi vístu seg frá bæði síni bestu og ringastu síðu. Í fyrra hálvleiki spældi EB/Streymur sítt eyðkenda spæl, tá tað er allarbest, men í seinna hálvleiki var heimaliðið púra fyri ongum. NSÍ byrjaði sum eitt hol í jørðini, men reistist manniliga í steðginum og bleiv við at trýsta, til tað at enda eydnaðist at fáa útjavnandi málið, ið gjørdi, at oddasessurin er líka tryggur, sum hann var tað undan dystinum.